Eftir at Mulila farna fríggjadag var í vanda eru tippingar fyritøkurnar samdar um, at 26 ára gamla Mulila er tann, sum verður send til hús í kvøld.
Tá ið X-Factor byrjar í DR býnum klokkan 19.00 føroyska tíð, so er stórur møguleiki fyri, at Mulila verður send til hús.
Tað halda í øllum førum tipipngar síðurnar í Danmark.
Frederik Skov frá bet24.com sigur við bt.dk, at Mulila ikki megnaði at geva eina góða framførslu seinasta fríggjakvøld, og tí er hon tann mest sannlíka at vera send til hús í kvøld.
Harnæst eru Tandberg & Østenby valdar til at enda í vandabólkinum.
Ida er framvegis væl umtókt millum dómararnar, og tað sama er galdandi fyri Morten Benjamin.
Tippingarfyritøkan bet24.com metir tað vera minst sannlíkt, at Ida og Morten Benjamin verða send til hús.
Kelda. bt.dk