Nú talentkappingin X-Factor aftur á skránni hjá DR. Linda Andrews vann kappingina undanfarna ár, og nú skal besti sangari í kongaríkinum aftur finnast. X-Factor kappingin er umsíðir byrjað aftur hjá DR, og í gjárkvøldið vóru dómararnir í Århus, har teir lurtaðu eftir fleiri túsund sangarum, onkur betri enn annar.
Tær tríggjar kvinnurnar, sum eisini royndu seg í fjør við teirra ?rappi? komu aftur til audition, og aftur hesaferð megnaðu tær at fáa dómararnar at ivast í, hvørt tær skuldu sleppa víðari, hóast tær ikki kunnu sigast at syngja serstakliga væl.
Men teirra útstráling og persónligheit gav teimum okkurt eyka, og tískil broyttu dómararnir hugsan, hóast teir í fyrstu atløgu søgdu nei. Tær vóru uppringdar av Carsten Sukkerchok, ein av dómarunum, og hann boðaði frá, at tær kortini komu víðari í kappingini. Einasta treytin er, at tær skulu finna eina gentu, sum dugir at syngja, til næsta innleiðandi umfar.