WTO-sakarmál - hví og hvussu?

Landsstýrið hevur tikið eitt sera prinsipielt og stórt stig. Hví fáa fólk einki at vita um tað?

Sjúrður Skaale
-----
Mánadagin boðaði lands­stýrið frá, at Føroyar høvdu kært handilsstongsulin hjá ES til World Trade Org­an­ization, WTO.
Vit hava longu lagt málið fyri altjóða gerðarrætt, og føra sostatt nú ikki minni enn tvey sakarmál móti ES á altjóða pallinum.
Tá tað verður gjørt má orsøkin verða, at ein neyv kanning á løgmans­skriv­stovuni vísir, at tað er rætt.
Men almenna grund­gev­ingin úr Tinganesi er ógvuliga stutt. Har verð­ur bara sagt, at "tá ið ES brýt­ur grundleggj­andi hand­ils­politiskar áset­ingar, er neyðugt hjá Føroyum at brúka tey amboð, sum kunnu loysa slíkar trætur. WTO gerðar­­rætt­urin tryggja­r okk­­um eina sakliga og javn­bjóðis við­gerð."
Landsstýrið hevur eis­ini ráðført seg við uttan­lands­nevnd løgtingsins um hetta. Har mugu so góðar grund­gevingar vera lagdar fram, at nevndin hevur sagt ja.

Einki í føroyskum miðlum
Stórur dentur verður lagd­ur á at hava fulla semju um alt, sum hevur við silda- og mak­relstríðið at gera. Og tað er rætt, at vit eiga at standa saman úteftir.
Men harfrá og so til at løgmaður als ikki grundgev­ur fyri einum so stórum stigi og at miðlarnir ikki seta ein einasta spurning, er í so langt.
Tað kann ikki vera rætt, at føroyingar mugu leita til danskar fjølmiðlar fyri at fáa eina meting av hesum. Teir serfrøðingar, sum har eru at hoyra, kenna jú ikki málið serliga væl.
Tað er møguligt at okkurt ikki verður lagt fram, tí tað kann órógva málið. Men okk­urt áttu vanlig fólk at fingið at vita. Millum tað mest upp­lagda er til dømis:
1) Hvussu nógv kosta sak­armálini? Og ávirkar tað kostnaðin, um Føroyar ikki fáa viðhald?
2) Hvussu langa tíð tekur hetta?
3) Hvør er munurin mill­um gerðarrættin sum longu er settur, og WTO-sakarmálið - og hví er tørvur á báðum í senn?
4) Hví kæra vit bara ES og ikki Norra?
5) Hvør verður "dómurin" um Føroyar vinna? - Og hvør er vand­in, um Føroyar tapa?
Tá eitt so stórt og prins­ip­ielt stig sum hetta verður tikið, átti Landsstýrið at greitt frá hesum og øðrum við­urskiftum.
Tá tað ikki verður gjørt, átti onkur journalistur at spurt um tað.