Í fjør vann danska Caroline Wozniacki tenniskappingina Pan Pacific Open, sum er í Japan á hvørjum ári, men tað bragdið endutekur hon ikki í ár. Tað er greitt, eftir at hon tapti ímóti Kaia Kanepi úr Estlandi og heldur tí ikki fram í kappingini. Úrslitið av dystinum teirra millum var 7-5, 1-6, 6-4.
Við sigrinum kom Kaia Kanepi í fjórðingsfinaluna.
Russiska Maria Sharapova er eisini komin í fjórðingsfinaluna við at vinna 6-1, 7-6 á Vania King úr USA.