Wow – soleiðis hevur tú ikki hoyrt Africa áður

Eitt av størstu hittunum hjá rockbólkinum Toto, sum í summar skal spæla á Summar Festivalinum, er sangurin Africa.

Nú hevur kórið Angel City Corale, sum er úr Los Angeles í USA, gjørt nýggja útgávu av sanginum, sum er nakað heilt serligt.

Ongantíð áður hevur hevur rocksangurin Africa ljóðað, sum hann ger í útgávuni hjá amerikanska kórinum.

Sangurin er nú sæddur fleiri milliónir ferðir á YouTube.

Trýst á pílin í myndini omanfyri og hoyr á útgávuna hjá Angel City Corale av Africa.