Men íslendsku talútrokningarnar byggja á eina støðu, har blokkurin verður tikin burtur frá einum degi til ein annan. Harafturat verður ikki roknað við nøkrum framburði í búskapinum, og at vit í dag hava eitt stórt avlop í fíggjarviðurskiftum okkara. Spurningurin er so, hvussu nógvur dugur er í frágreiðingini? Í øllum førum er hon so ein partur í øllum tilfarinum at lýsa føroyska búskapin og møguleikarnar at skipa ein sjálvberandi føroyskan búskap.
Nú verður sagt, at talan er um eina worst case-frágreiðing. Rætt er tað, men hvussu ofta hava føroyingar ikki upplivað, at júst worst case-metingarnar gjørdust veruleiki. Hvussu ofta sóu og hoyrdu vit ikki í áttatiárunum, at útlitini fyri hesum og hasum vóru so og so góð - tað veri seg skip ella virki - men tá avornaði, gjørdist støðan kanska verri enn tann daprasta metingin? Tí eiga vit at vera á varðhaldi, og rætt hava poilitikkarar í, tá teir siga, at tað verður neyðugt við eini langari skiftistíð. 20 ár er kanska ikki nóg mikið - kanska 25 ár. Men hvussu langa skiftistíð, vit Føroyar kunnu fáa, vita vit ikki enn.
Eitt er givið, at verður úrslitið í samráðingunum soltið, fara nógvir føroyingar - eisini sjálvstýrisfólk - at himprast, tí vanliga fólkið vil hvørki hava minni vælferð og minni at brúka í tí dagliga. Tann beiska veruleika sóu vit í kreppuni. Og vanligi føroyingurin - hann sum ikki hevur eina stóra inntøku ella er førur fyri at stinga nakað undir borðið - hevur ikki nóg mikið sum er til lívsins uppihald.
Fráboðanir frá donskum politikkarum benda ikki á nakra langa skiftistíð. Nú fáa vit at síggja. Men eisini í hesum føri tykist kósin hjá Javnaðarflokkinum at vera skilabetri. Og hon er, at vit avgera við okkum sjálv, ella í samráðingunum um eina komandi stjórnarskipan, at blokkurin verður lækkaður eftir ávísum lykli eftir gongdini í føroyska búskapinum.
Um rætt verður atborið, eigur ein slík avtala, ella setningur, at fáa føroyingar at rakna við, so vinnulívspolitikkurin verður so framárættaður, at nógv størri úrtøka verða skapað. Ein sterkur búskapur skal til, um vit skulu varðveita vælferðarsamfelagið og samstundis skapa ein sjálvberandi búskap. Men tað verður ikki gjørt eftir so stuttari skiftistíð, sum danskir politikkarar higartil hava róð fram undir.