Motorjournalistar í 22 ymiskum londum hava kosið Lexus 460 LS til ársins bil í øllum heiminum 2007 millum 28 aðrar nýggjar bilar
Í fjør var tað Audi A6, nú er luksusbilurin Lexus 460 LS, ið er kosin
ársins bilur í øllum heiminum “World Car of the Year 2007”.
Millum 28 ymiskar nýggjheitir varð Lexus 460 LS kosin ársins bilur í øllum heiminum av motorjournalistum í 22 londum.
Í grundgevingunum verður sagt, at Lexus 460 LS ”útstrálar” luksus og kvalitet á ein hátt sum bilurin eisini fult út livir upp til. LS 460 er sera framkomin við t.d. auto/elektroniskari parkeringsskipan, 8-trins automatiskan girkassa sum skiftir so mjúkt at tað merkist næstan ikki. Bilurin fæst eisini í eini umhvørvisligari hybrid útgávu.
Lexus halda upp á at teir við nýggja LS 460 hava gjørt heimsins besta bil - tann fullkomna bilin, har eingin teknisk loysn hevur verið ov dýr og eingin vegur ov langur fyri at røkka teimum perfektu loysnunum.
Nýggi Audi TT varð nummar tvey og MINI varð nummar trý, meðan Mercedes-Benz E320 CDI Bluetech varð kosin heimsins mest umhvørvisvinarligi bilur. Annars er Ford S-MAX ársins bilur í Evropa 2007, og Opel Corsa er ársins bilur í Danmark 2007.