Wonder-innrás í Europa

Stevie Wonder fer aftur á konsertferð í Europa

Mamman hjá tí frálíka blinda soul-tónleikaranum, Stevie Wonder, doyði fyri tveimum árum síðani. Tað førdi við sær, at hann helt ein langan steðg í tónaleikalívi sínum. Men tó var hetta ikki endin fyri hann – heldur tvørturímóti. Hann er nú farin undir eina Evropa-turné, hvørs endamál er, at halda minni um mammuna á lívi. Eitt annað týdningarmikið endamál við teimum komandi konsertunum, er at standa saman um at mótmæla ímóti rasismu. Tann fyrsta konsertin hjá Stevie Wonder verður í Ålborg tann 8. septembur. Tó eru atgongumerkini til hesa konsertina langt síðani útseld.