Andrias Edmundsson og liðfelagarnir í Wisla Plock endaðu triðovast í næstbestu pólsku fótbóltsdeildini.
Í dag vann Wisla Plock við Andriasi á vøllinum allan dystin 2-1 á Legnica á Orlen leikvøllinum í Plock. Krystian Pomorski og Dani Pacheco skoraðu málini hjá Wisla Plock undan steðginum. Legnica megnaði bert at svara aftur á einum sinni í seinna hálvleiki.
Arka Gdynia og Termalica endaðu fremst og næstfremst í deildini, og flyta tey tí beinleiðis upp í bestu deildina. Wisla Plock endaði á triðja plássinum við 64 stigum.
Wisla Plock skal tí spæla uppflytingarhálvfinalu á heimavølli móti Polonia Warszawa, ið endaði á sætta plássinum við 56 stigum. Dysturin á Orlen leikvøllinum verður spældur hósdagin - kristihimmalfaradag - klokkan 17. Vinnarin skal spæla uppflytingarfinalu móti vinnaranum av dystinum millum Wisla og Legnica. Vinnarin av uppflytingarfinaluni flytur upp í bestu pólsku deildina. So hetta eru spennandi dagar hjá Andriasi.