Niðurlendski høgrapolitikarin Gert Wilders sigur nú, at hann ætlar sær at geva út eina atfinningarsama bók um ta islamsku trúnna, og at bókin er serliga ætlað amerikonskum lesarum.
-Bókin er fyrst og fremst ætlað tí amerikanska marknaðinum, og hon snýr seg um, hvussu vit betur kunnu steðga altjóða islamiseringini, sigur Wilders við eitt niðurlendskt blað.
Gert Wilders, hvørs flokkur tryggjar niðurlendsku stjórnini tær neyðugu atkvøðurnar, hevur verið í USA fleiri ferðir.
Seinast helt hann røðu í sambandi við eitt mótmælistiltak á ársdegnum fyri yvirgangsatsóknina at World Trade Center. Endamálið við tiltakinum var at mótmæla einari ætlan um at byggja eitt islamskt mentanarhús nærhendis Ground Zero.