WikiLeaks fer í dag at almannakunngera 1,7 millión diplomat- og fregnartænastuskjøl frá 1970-árunum. Sagt verður, at skjølini eru frá árunum 1973 til 1976, og at har eru millum annað skjøl, sum táverandi amerikanski uttanríkisráðharrin Henry Kissinger fekk og sendi.
WikiLeaks-stovnarin, Julian Assange, sigur við bretsku tíðindastovuna Press Association, at skjalatilfarið vísir, hvussu stóra ávirkan USA hevur víða um í heiminum.
Julian Assange heldur til á ekvadorsku sendistovuni í London. Hann torir ikki út haðani, tí teir bretsku myndugleikarnir hava sagt, at teir fara at senda hann til Svøríkis, har hann er skuldsettur fyri kynsligan ágang ímóti tveimum kvinnum. Assange noktar seg sekan.