Wigan lumpaði Manchester City

Sjáldan man eitt lið hava verið størri favorittur undan FA Cup finaluni í Onglandi, enn Manchester City, meistaraliðið í fjør og silvurvinnarin í ár, var tað undan finaluni í kvøld ímóti Wigan, sum er í næstan vónleysum stríði fyri at sleppa undan niðurflyting.

Viðmerkjarar og serfrøðingar vóru á einum máli um, at spurningurin var bara, hvussu stórur sigurin fór at verða hjá Roberto Mancini og hansara monnum.

 

Og so gekk tað soleiðis, sum tað av og á ger, og sum er undirstriking av, hvussu undirhaldandi, spennandi og viðhvørt óvæntað tað kann taka seg upp í fótbólti.

 

Botnliðið kendtist meiri ágangandi og avgjørt frá fyrsta bríksli, og tá ið Pablo Zabaleta hjá Manchester City smáar tíggju minuttir undan leikloki brúkti neyðbremsuna og sá reyða kortið, luktaði tað orduliga av sigri til tann lítla og undirmetta– eftir øllum at døma eftir longda leiktíð.

 

Men soleiðis tørnaði tað ikki út. Í síðsta minuttii stakk Ben Watson seg upp og fram, tá ið hann eftir horna úr høgru og við nærra stólpan við høvdinum stýrdi bóltin í handara síðunetið aftanfyri landsliðsmálverjan Joe Hart í Manchester City málinum.

 

1-0 til Wigan, og tað sigur seg sjálvt, at spælararnir,venjarin Roberto Martinez, 76 ára gamli formaðurin Dave Whelan, sum í finaluni í 1960 var so óheppin at bróta beinið, tá ið hann umboðaði Blackburn, og viðhaldsfjøldin stórfegnaðist. Hetta var 132. FA Cup finalan, og hetta var fyrsta ferðin yvirhøvur, at Wigan var í finaluni.

 

Spurningurin er so, hvørja ávirkan avrikið fer at hava. Tað hevur ljóðað, at Roberto Mancini hevur ikki verið alt ov tryggur í venjarasessinum í Manchester City, og í kvøld er hann ikki tryggari, enn hann var tað fyrr í dag.

 

Wigan hevur tveir dystir eftir í landskappingini. Um Wigan skal varðveita plássið í fremstu røð, so er tað sannlíkast neyðugt at vinna fulla úrtøku burturúr báðum tveimum. Tann fyrri verður á útivølli ímóti Arsenal longu týsdagin, og tann seinni verður annan sunnudag, tá ið Wigan í síðsta umfari eigur heimavøll ímóti Aston Villa. So fæst at síggja, um óvæntaði og uppiborni sigurin í FA Cup finaluni í kvøld fer at seta mót í illa sperda liðið, ella um tað fer at vísa seg, at sigurin í dag bar mettuna við sær, sum fer at vísa seg í ikki góðum avrikum í landskappingini.