WHO vónar at neyðsynjarvørur koma til Gaza í dag

- Okkara lastbilar standa klárir, sigur leiðarin í heimsheilsustovninum, WHO, Tedros Adhanom Ghebreyesus.

Heimsheilsustovnurin WHO er optimistiskur um, at heilivágur og neyðsynjarvørur koma til Gaza í dag, tá Egyptaland væntandi fer at lata upp marknaliðið Rafah inn til Gaza.

 

- Okkara lastbilar standa klárir. Vit arbeiða saman við Egyptalandi og Palestinska Reyða Hálvmána fyri, at veitingarnar koma so skjótt, sum marknaðliðið letur upp.

 

Leiðarin í WHO, Tedros Adhanom Ghebreyesus, sigur seg vóna, at Rafah-marknaðliðið letur upp í dag, soleiðis sum ætlanin hevur verið fyri at fáa neyðsynjarvørur inn í Gaza.