WHO hækkar tilbúgvingarstigið

Á einum stiga frá eitt til seks er svínakrím nú á stig 4, sigur heimsheilsustovnurin WHO. Hetta merkir at talan er um vaksandi smittu millum menniskju

Svínakrím

Rógvi Nybo

rogvi@sosialurin.fo


Talan er ikki um eina pandemi, ella heimsumfatandi farsótt. Men vandamikla svínakrímið er nú ein so álvarsom hóttan, at heimsheilsustovnurin WHO í gjárkvøldið hækkaði tilbúgvingarstigið frá 3 til 4. Hetta vátta keldur í Geneve fyri tíðindastovuni Reuters.

Stig fýra og stig fimm merkja, at sjúkan breiðir seg frá menniskja til menniskja. Til tess at røkka hægsta tilbúgvingarstiginum, skulu størri útbrot verða staðfest í fleiri ymiskum økjum í heiminum.

Enn er tað bara í Meksiko, at talan hevur verið um eitt størri útbrot. Her eru fyribils 153 hildin verða deyð av virusinum, meðan uppaftur 1600 møguliga eru fongd.




Um svínakrím

• Svínakrím smittar millum menniskju á sama hátt sum vanligt krím

• Sjúkan kann viðgerast við medisini

• Út frá teimum upplýsingum, Statens Seruminstitut hevur í løtuni, eru allir danir og føroyingar líka móttakilig fyri nýggja slagnum av krími, tá tað er eitt nýtt virus.

• Eingin vandi er fyri at verða fongdur av nýggja H1N1-virusinum frá svínakjøti ella úrdráttum av svínakjøti.

• Svínakrím er eitt nýtt virus, ið smittar millum menniskju. Tað er enn ikki staðfest í Danmark, men fleiri danir verða kannaðir fyri sjúkuna. Tað er staðfest í Spania.

• Donsku heilsumyndugleikarnir vita enn ikki hvussu vandamikið svínakrím er. Í Meksiko eru fráboðaði ígerð í andaleiðina, lungnabruni og deyðsføll. Í USA og Kanada eru fráboðaði lin tekin um krím og einki deyðsfall.

• Statens Seruminstitut mælir til, at tú er ansin og fylgir lokalum tilráðingum, ferðast tú í londum, har svínakrím er staðfest hjá menniskjum.

• Heilsumálaráðharrin í ES, Androulla Vassiliou, mælir íbúgvum í evropeisku londunum frá óneyðugum ferðum til øki, ið eru ávirkaði av svínakrími.

• Sjúkan kemur upprunaliga frá svínum, harav navnið. Í svíninum eru ílegur frá menniskjakrími, fuglakrími og svínakrími blandað saman til eitt nýtt svínakrímsvirus týpa A H1N1.

Kelda: Statens Seruminstitut