White Guide: Poul Andrias Ziska er ársins unga kokkatalent

og Koks bleiv næstbesta matstova í danska ríkinum

Tað var føroyskur fagnaður í Operuni í Keypmannahavn í kvøld, tá Poul Andrias Ziska, høvuðskokkur í Koks, í kvøld vann heiðurin sum ársins unga kokkatalent í Danmark. Tað hendi á hátíðarløtu í samband við, at White Guide gav út ársins matbók. Tað skrivar DR í kvøld.


Heiðurin sum ársins unga kokkatalent verður handaður til ein kokk, ið er undir 30 ár.


- Hann hevur eitt framúrskarandi evni til at ala fram tær heilt serligu smakkiupplivingarnar við útgangsstøði í lokalum rávørum, ið eru tiknar upp við hond. Poul er nútíðin – og framtíðin, skrivar White Guide í grundgevingini fyri at handa Poul Andrias Ziska heiðurin.


Umframt at Poul Andrias Ziska vann heiðurin sum ársins kokkatalent í Danmark, so bleiv Koks vald sum næstbesta matstovan í danska kongaríkinum. Einans matstovan Geranium fekk betri skoðsmál, skrivar DR.