Ein prúður maður í síðum frakka setir knyklar í brýr í hornaskrivstovuni í einum pompøsum glasbygningi á Argjum. Á skrivaraborðinum liggja rokniørk við reyðum tølum. Og hann veit, at hann gongur eini torførari tíð á møti.
Seinasta veljarakanningin gav flokkinum 14 prosent og fimm tingfólk, sum er verri enn vanlukkuliga valið í 1994, tá føroyski Javnaðarflokkurin við Atla Dam, sála, small í svørðin og misti nærum helvtina av sínum atkvøðum frá framúr valinum í 1990, tá Javnaðarflokkurin náddi tindunum og fekk tíggju tinglimir. Onkur skuldi revsast fyri áleikandi kreppuna. Flokkurin fekk 15 prosent, og tað var ringasta úrslitið síðani heimastýrislógina.
Javnaðarflokkurin megnaði tó at stabilisera seg aftur rundanum tey tjúgu prosentini frá 1998, eftir at protestflokkurin Verkamannafylkingin var syndrað og partar av henni komnir umborð aftur á javnaðarskútuna. Men síðani seinasta val, tá flokkurin fór úr sjey niður í seks tinglimir, eru myrk skýggj aftur at hóma. Ikki tí, at ein katastrofal veljarakanning neyðturviliga merkir eitt líka vánaligt val. Men kanningin var ein ábending, sum fekk reyðu ávaringarlampurnar at lýsa.
Flóvin Eidesgaard, búskaparfrøðingur og fyrrverandi ráðgevi hjá Javnaðarflokkinum, metir, at afturgongdin í seinastu veljarakanning ikki er ein fyribils trupulleiki.
– Flokkurin hevur havt eina støðuga afturgongd síðani 1990. Gott nokk gekk flokkurin fram í 1998, men tað var í ein mun orsakað av, at Verkamannafylkingin fór í søguna. Einasta veruliga framgongdin var á valinum í 2004, sigur Flóvin Eidesgaard.
Svikin hugsjón
Formaðurin Jóannes Eidesgaard hevur eftir nýggjastu veljarakanningina sagt, at flokkurin dugir ikki nóg væl at selja sín boðskap. At flokkurin dugir ikki at markera síni avrik, so tey geva afturljóð í fjølmiðlunum og í fólkinum.
Men onnur meta, at trupulleikin er størri og meiri grundleggjandi enn marknaðarføring og spinnarí.
Ein teirra er stjórnmálafrøðingurin og forkvinnan í fakfelagssamtakinum Samtak, Sonja Jógvansdóttir. Undir liðini á strongu forkvinnuni í Føroya Arbeiðarafelag, Ingeborg Vinther, sum við jøvnum millumbilum langar út eftir Javnaðarflokkinum, er Sonja Jógvansdóttir eisini farin at seta spurnartekin við, hvussu sosialdemokratisku virðini í roynd og veru hava tað á lista C.
– Tað er vorðin ov stórur munur á, hvat flokkurin sigur, og hvat flokkurin ger. Og vit hava ikki brúk fyri einum Javnaðarflokki, sum ikki førir javnaðarpolitikk. Flokkurin er ikki longur verjin hjá teimum veiku og sosialt útsettu bólkunum, sigur Sonja Jógvansdóttir, sum í lesarabrævi fyri stuttum proklameraði, at “sosiala kumpassin má rættast”.
Av aktuellum dømum vísir hon til deild 1 á psykiatrisku deild, sum verður stongd vegna sparingar. Hon vísir á eina avoldaða forsorgarlóg, sum eingin ger nakað við. Hon vísir á korini hjá børnum og ungum við serligum tørvi, sum gerast verri og verri. Og hon vísir á stuðulin til heilivág, sum nú er skerdur. Sparingar, sum allar raka bólkar, ið Javnaðarflokkurin sigur seg umboða.
– Tað merkir ikki, at Javnaðarflokkurin absolutt einki hevur avrikað. Men úrslitini eru ov sporadisk. Listin av avrikum er ov lítil. Og tað er bara ikki gott nokk, tá flokkurin hevur sitið við stjórnarvaldinum síðani 2004, sigur forkvinnan í Samtaki.
Hesi diagnosu tekur gamli javnaðarmaðurin Jóannes Dalsgaard undir við. Hann hevur sitið á tingi fyri flokkin í tíggju ár, men rýmdi í 1992 í mótmæli ímóti ógvusligum sparingum á landssjúkrahúsinum.
– Tað er trupult at síggja mun á Javnaðarflokkinum og borgarligu flokkunum, íroknað Tjóðveldi. Flokkurin hevur góðtikið privatiseringar og skattalættar í ABC samgonguni, og nú signalerar hann, at vit ikki longur kunnu varðveita støðið á vælferðarsamfelagnum, sigur Jóannes Dalsgaard. Fyri gamla javnaðarmannin er tørvur á einum mótspæli til marknaðarkapitalismu og “borgarliga ágangin á vælferðarsamfelagið”, sum hann málber seg. Ikki minst í eini krepputíð.
– Flokkurin fær einans siðbundnu veljararnar aftur, um hann leggur fram eitt greitt sosialdemokratiskt alternativ til borgarligan politikk. Og pensjónsmálið er uttan samanbering størsta politiska málið í hesum valskeiði, slær Jóannes Dalsgaard fast.
Ein onnur fyrrverandi persónligheit á føroyska vinstravonginum er Øssur Winthereig, sum vit best kenna sum journalist og tíðindaleiðara í Kringvarpinum, men sum eisini hevur verið virkin politikari í Verkamannafylkingini fyrst í nítiárunum. Hann tekur undir við, at grundsjónarmiðini hjá Javnaðarflokkinum eru trupul at hóma í hesum døgum. Men hann metir samstundis, at áleikandi fíggjarkreppan kann styrkja Javnaðarflokkin.
– Nú er ikki longur forboðið at vilja temja marknaðarkreftirnar ella at siga hart, at tað almenna kann hava ein týðandi leiklut í einum samfelagi. Hetta eigur at kunna styrkja Javnaðarflokkin, metir Øssur Winthereig.
Lunkað modernisering
Tá Jóannes Dalsgaard tosar um siðbundnu veljararnar, tosar hann um tey, sum einans hava eina fólkapensjón ella eina avlamispensjón. Tey, sum liva av eini verkamannaløn ella eini vánaligari hýru til lívsins uppihald.
Men stóra tvístøðan hjá sosialdemokratisku flokkunum í Norðurlondum hevur verið, at hesin samfelagsbólkurin er vorðin minni, meðan miðalklassin er vorðin størri, so hvørt sum vælferðarsamfelagið er útbygt. Bardagin hjá fakfeløgunum ímóti stættasamfelagnum er ikki eins sjónligt. Og hetta hevur í flestu grannalondunum merkt, at sosialdemokratisku flokkarnir hava dagført sínar floksskráir og lagt seg nærri miðjuni við teirri grundgeving, at samtíðin krevur modernisering í mun til gamla stríðið millum løntakara og arbeiðsgevara. Stóri spurningurin, sum hevur givið sosialdemokratiskum politikarum og ráðgevum grá hár á høvdið, hevur ljóðað soleiðis: Hvussu fær man fatur á nýggja miðalklassanum uttan at kuta røturnar til kjarnuveljaran?
Jógvan Mørkøre, stjórnmálafrøðingur, metir, at Jóannes Eidesgaard í fleiri førum hevur signalerað, at hann ynskir at modernisera Javnaðarflokkin. Dømi um hetta eru, tá Jóannes Eidesgaard tónaði niður stættastríðið á landsfundi hjá Javnaðarflokkinum í 2005 við orðunum um, at stríðið fyri sjálvsøgdum rættindum var vunnið. Ella tá hann í fyrru ABC samgongu lanseraði eina visjón 2015, sum gekk uppá tvørs av flokspolitisku mørkunum, og sum lítið hevði við siðbundnan javnaðarpolitikk at gera.
Men trupulleikin hjá Javnaðarflokkinum er sambært Jógvani Mørkøre, at hetta stigið er ikki tikið fult út. Við øðrum orðum er sosialpolitiska programmið vorðið kámari, uttan at nakað er komið í staðin. Og hendan støðan skyldast, at flokkurin ongantíð hevur gjørt upp við seg sjálvan, hvørja leið hann í felag skal ganga.
– Javnaðarflokkurin hevur ikki útviklað ein systematiskan, offensivan og greiðan politikk, sum fortelur umheiminum, hvat tað merkir at vera sosialdemokratur í 21. øld. Flokkurin hevur í ein mun mist tilknýtið til siðbundnu veljararnar, eins og sosialdemokratar í londunum kring okkum, uttan at draga nýggjar veljarar til sín, sigur Jógvan Mørkøre.
Millum loysing og samband
Ein annar spurningur, sum hevur plágað Javnaðarflokkin, er spurningurin um loysing ella samband. Ikki minst síðani 1998, tá Høgni Hoydal tvífaldaði tingmanningina hjá Tjóðveldi og lanseraði eina skipaða strategi fyri føroyskum fullveldi.
Síðani 1998 hava Tjóðveldi og Sambandið verið størstu flokkarnir, meðan Javnaðarflokkurin hevur tvíhildið um, at ríkisrættarligi spurningurin er sekunderur í mun til ta primera prosjektið, sum er at varðveita og útbyggja vælferðarsamfelagið.
Men sambært Jógvani Mørkøre skyldast afturgongdin hjá Javnaðarflokkinum eisini, at flokkurin er vorðin gruggutur í ríkisrættarliga spurninginum.
– Heilhjartaði stuðulin til heimastýrisskipanina eyðkendi í ártíggjur Javnaðarflokkin. Heimastýrislógin varð uppfatað sum ein sosial kontrakt ímillum føroyingar og danir, og hetta vann Javnaðarflokkurin uppá. Men seinnu árini er støða floksins vorðin kámari í hesum spurninginum, metir stjórnmálafrøðingurin.
Sambært Jógvani er nógv vatn runnið í ánna, síðani gamli floksleiðarin Petur Mohr Dam kallaði heimastýrislógina fyri eitt “frælsisbræv”. Partar av flokkinum hava seinnu árini luftað tankan um økt sjálvstýri, um blokkniðurskurð og um at tøma heimastýrislógina. Og í undanfarnu CHE samgongu góðtók flokkurin ein blokkniðurskurð á 119 milliónum krónur í samgonguskjalinum, sum kortini ongantíð bleiv veruleiki, tí samgongan slitnaði.
– Við slíkum útmeldingum verður hurðin latin upp á víðan vegg til Sambandið. Og seinasta veljarakanningin gevur eisini ábendingar um, at Javnaðarflokkurin missir til Sambandið, sigur Jógvan Mørkøre, sum eisini eftirlýsir eitt greiðari útspæl í mun til spurningin um ES.
Øssur Winthereig tekur undir við hesi eygleiðing. Hann metir, at Javnaðarflokkurin ikki er komin fyri seg eftir ríkisrættarligu polariseringina, sum byrjaði við fullveldislandsstýrinum.
– Sum formaðurin ofta hevur sagt, so endaði flokkurin ímillum tveir stólar. Flokkurin royndi so at breiðka afturpartin og sita á báðum stólunum í senn, tó mest á sambandsstólinum. Men hóast polariseringin ikki er eins stór longur, hevur flokkurin enn ikki funnið sín egna stól at sita á, heldur Øssur Winthereig.
Men fyrrverandi ráðgevin hjá Javnaðarflokkinum, Flóvin Eidesgaard, metir ikki, at dominerandi stríðið ímillum Sambandið og Tjóðveldi er ein umbering fyri vánaligu úrslitini.
– Trupulleikin er, at Javnaðarflokkurin ikki hevur megnað at seta dagsskránna og fáa valini at snúgva seg um annað enn loysing og samband. Avbjóðingin í einum valstríði er júst at fáa fólk at býta seg upp eftir kriterium, sum gagna flokkinum, sigur Flóvin Eidesgaard.
Fíggjarmál tyngja
Fyrrverandi ráðgevin er ikki fegin um støðuna hjá flokkinum. Stóri trupulleikin er sambært honum, at politikkurin hjá Javnaðarflokkinum er ósjónligur. Partvís orsakað av vánaligum søluarbeiði, men eisini av teirri orsøk, at veruligur politikkur heilt einfalt manglar.
– Flokkurin hevur nøkur hugsjónarlig slagorð at føra seg fram við, men politikkurin er ikki søluklárur. Hann er ikki liðugur til at selja. Sum ein so beinrakið skrivaði á Facebook ein dagin: “Meiningakanningar vísa, at flokkar sum hava meiningar ganga fram”, sigur Flóvin Eidesgaard.
Sambært Flóvini hevur manglandi politikkurin gjørt tað ov lætt hjá hinum flokkunum at trumla Javnaðarflokkin niður, tá samráðingar eru. Og eftir standa javnaðarpolitikkarar og verja politiskar semjur uttan at siga, hvat flokkurin heldur vildi havt.
– Og so má leiðslan út at biðja um forstáilsi frá veljarunum, tá flokkurin ikki megnar at levera tað, sum veljarin væntar av flokkinum, sigur Flóvin Eidesgaard.
So harður er skrivarin hjá Javnaðarflokkinum frá 1990 til 2000, Eyðálvur Dimon, ikki. Trupulleikin er sambært honum ikki, at flokkurin manglar politikk, men at flokkurin ikki megnar at seta dagsskránna í fjølmiðlunum.
– Vit hoyra t.d. lítið um framstigini á heilsuøkinum. Vit hoyra lítið um eykatímarnar í byrjunarundirvísingini í fólkaskúlanum. Vit hoyra lítið um, at Samhaldsfasti er hækkaður. Men vit hoyra øgiliga nógv um skattalættar til tey ríku og nú um at mótrokna frá fyrstu krónu í pensjónsreforminum. Hóast tað var Rósa Samuelsen, sum átti hetta uppskotið, so er tað Jóannes Eidesgaard, sum skal út at verja seg, sigur Eyðálvur Dimon.
Fyrrverandi skrivarin heldur tað vera eitt stórt mistak, at Jóannes Eidesgaard gjørdist fíggjarmálaráðharri. Í staðin fyri at sterkasta kortið var í tinginum og tosaði javnaðarpolitikk, so er hansara leiklutur nú vorðin at halda saman uppá samgonguna og at verja ópopulerar sparingar.
Og hesum tekur Øssur Winthereig undir við.
– Javnaðarflokkurin hevur telvað seg í ta mótsigandi støðu, at flokkurin tók fíggjarmál og læt Sambandsflokkinum sosialmál ella almannamál. Rósa Samuelsen kann nú ferð eftir ferð siga, at tað er formaðurin í Javnaðarflokkinum, sum setir henni krøv um sparingar á sosiala økinum. Og tá er næstan ógjørligt at standa sum garanturin fyri vælferð og sosialum tryggleika, sigur Øssur Winthereig.
Umframt hetta kunnu spurnartekin setast við, hvussu smart tað er at vara av fíggjarmálum pluss tveimum útreiðslutungum málsøkjum afturat, mentamálum og heilsumálum. Tí meðan uppgávan hjá Jóannesi Eidesgaard er at halda aftur, hava Aksel Johannesen og Helena Dam á Neystabø konstant brúk fyri pengum. Tá er skjótt, at flokkurin kemur í stríð við seg sjálvan.
Í skrivandi stund er fíggjarlógin ikki farin til fyrstu viðgerð í tinginum, og fyrsta avbjóðingin hjá Javnaðarflokkinum verður at fáa eina fíggjarlóg í hús við árslok, sum ikki gongur teimum økjunum ov nær, sum javnaðarfólkini í landsstýrinum hava raðfest í fíggjarlógaruppskotinum hjá Eidesgaard. Hesi øki eru sambært Eidesgaard sjálvum skúlamál, heilsumál og almannamál.
Landsfundurin hjá Føroya Javnaðarflokki stendur nú fyri durum. Og tá er enn eitt høvi at kjakast um tvíeggjaða spurningin, sum er heitið á bók frá 2007 hjá bretska sosialdemokratinum Nick Cohen um evropeiska vinstravongin: What´s left?