Tá íslendingar 2. og 3. juni hátíðarhalda íslendska sjómannadagin í Reykjavík, Hátíð Hafsins, verður møguligt hjá teimum at leggja leiðina umborð á føroysku sluppina Westward Ho.
Tórshavnar kommuna, ið eigur sluppina, upplýsir á heimasíðu síni, at sluppin fer av Havnini mánadagin 28. mai við kós móti Reykjavík. Umframt eina føroyska manning, verða sjey íslendingar við á túrinum vestur um hav.
Westward Ho kemur heim aftur 7. juni og verða sjey íslendingar eisini við á túrinum heim. Í tí sambandinum skipa íslendingarnir fyri eini móttøku í Vágsbotni fríggjadagin 8. juni, har Kristján Kristjónsson fer at syngja og íslendskur matur verður at fáa.
Kommunan upplýsir, at sluppin luttekur á íslendska sjómannadegnum triðja hvørt ár.