Nú røkist fyri, at sluppin Westward Ho nakað skjótt aftur verður at síggja undir seglum millum oyggjarnar. Væntandi verður farið til Skotlands eftir henni einaferð í apríl ella so, sigur Egil Simonsen, nevndarlimur í grunninum Sluppin,
Westward Ho var í sera ringum standi, áðrenn hon varð sleipað til Skotlands at fáa eina rættiliga stóra umvæling. Tað er næstan sum hjá manninum, sum helt, at um troyggjan fekk nýggjan bul og nýggjar ermar, varð hon aftur sum nýggj.
Egil Simonsen sigur, at innan er skipið rættiliga væl komið áleiðis. Maskinan er sett í, og tað nógva er liðugt innrættað undir dekki.
Lugar og kahyt eru liðug. Skiparakamar og salong eru mestsum liðug, og wc og brúsurúm eru eisini liðug. Luftskipanin er næstan liðug. Galluna klæða teir nú vð stálplátum, eins og gjørt verður við maskinrúmið, har skottini eisini verða klødd við stáli.
Dúrkinum í salongini verður bíðað við til seinast, sigur Egil Simonsen Tað skal vera av tilfari, sum líkist dekkinum Myrkir plankar. Salongin, sum er innrættað í lastini, skal vera eitt rímiliga fínt móttøku- og uppihaldsrúm. Lugarið er gjørt aftur, sum tað var í gomlum døgum. Málað við vanligari máling, greiðir Egil Simonsen frá.
Teir fara nakað skjótt at seta mastrarnar í, sigur Egil. Tá tær eru komnr at standa, verður gjørt liðugt undir dekki.
Han sigur, at teir í nevndini fyri grunnin hava latið skotarnar skilt, at tað er ikki neyðugt at dríva so øgiligt á í vetur, tí teir ætla ikki at sigla skipið heim fyrr enn einaferð móti vári kortini. Halda ikki, at veturin er rætta tíðin at fara um havið við henni.
?Tað skal eisini passa við, at tað liggur fyri hjá monnunum, sum fara eftir henni, at vera har niðri nakrar dagar, sigur Egil Simonsen. Tí okkurt er, sum skotarnir ikki gera, og vit so sjálvir mugu taka okkum av. Teir eru timburmenn og gera einki við rigningin og seglini. Vit skulu so sjálvir rigga hana og sláa seglini undir, áðrenn farið verður til Føroya við henni.
Grunnurin Sluppin hevur í grundini latið Westward Ho frá sær til Tórshavnar Kommunu, sum nú eigur skipið. Tó verður tað helst ein stuðulsbólkur, sum fer at taka sær av at reka tað. Skaffa ferðafólk at sigla við og vera umborð, tá siglt verður, sigur Egil Simonsen. Arbeitt verður nú við at skipa hetta.
Westward Ho er bygd í Grimsby í 1884. í 1895 keypti TF. Thomsen á Tvøroyri skipið, sum fekk navnið Viking. Seinni varð navnið so broytt aftur til Westward Ho.
Skipið var í sama reiðarí, hjá Thomsen, til Grunnurin Sluppin keypti tað til at varðveita í 1966.
Tað eru nógvar søgur sagdar um lívið umborð á Viking. Serliga var tað tann eini skiparin, sum legði navn til fleiri teirra, ið enn ganga líka livandi á Tvøroyri og aðrastðani við.