Westward Ho fór av Havnini nú á middegi til Íslands. Westward Ho luttekur í Hátíð Hafsins í Reykjavík triðja hvørt ár og luttók fyrstu ferð í 2010. Í hesum sambandi vóru sjey íslendingar við sluppini saman við føroysku manningini.
Tá ið Westward Ho siglir heimaftur úr Íslandi, verða eisini 7 íslendingar við sluppini, sum væntandi kemur á Havnina hósdagin 7. juni. Fríggjadagin 8. juni kl. 16 skipa íslendingarnir fyri eini móttøku í Vágsbotni, har teir bjóða íslendskan mat. Eisini fer Kristján Kristjónsson, KK, at syngja á móttøkuni 8. juni.
Hátíð Hafsins, sum er íslendski sjómannadagurin, verður 2. og 3. juni 2018.