Westlife til Føroya á Summarfestival

Mest seljandi poppbólkurin í heiminum seinastu 10 árini fer at spæla á Summar Festivalinum í august. Westlife verður størsta poppnavn, sum nakrantíð hevur vitjað í Føroyum stendur í tíðindaskrivi frá Summarfestivalinum. Seinastu 10 árini er Westlife tann tónleikabólkurin í heiminum, sum hevur selt flestar fløgur. Samlað hava írarnir selt 45 milliónir eintøk av sínum útgávum, og teir hava havt so nógv hitt í Bretlandi, at bert Elvis Presley og The Beatles hava havt fleiri.

Westlife eru heimskendir, men tað er ikki minst í Bretlandi, at bólkurin hevur verið stórur. Teirra sangir hava ein fyri og annar eftir klatrað upp eftir hitlistunum, og 14 ferðir hava teir havt ein sang ovast á almenna bretska hitlistanum. Allar 10 útgávurnar hjá bólkinum hava eisini verið í toppinum á hitlistunum.

- Vit hava havt nógv stór og altjóða kend nøvn á Summar Festivalinum, men helst hevur Westlife munin á teimum øllum. Í 2007 høvdu vit størstu rockkonsert í Føroyum við Scorpions, og nú fáa vit størstu poppkonsertina her á landi nakrantíð, sigur Erik Biskopstø, sum er ein av fyrireikarunum av Summar Festivalinum.

- Vit hava arbeitt í fleiri ár við at fáa Westlife til Føroya.. Onkuntíð hevur tað verið nær við, og hesaferð bar tað til.. Tað eru vit sera fegnir um og stoltir av. Hetta er størsta poppnavnið, vit nakrantíð hava sett á plakatina hjá okkum, sigur Erik Biskopstø.