At oljuvinnan rættuliga er byrjað í Føroyum, sæst á øllum brøgdum.
Í síðstu viku setti boripallurin, Sovereign Explorer, fyrsta borin í í føroysku undirgrundina, og í morgin kemur stóra, norska boriskipið, West Navion, í Nólsoyarfjørð. Hetta er liður í fyrireikingunum til fyrstu boringina hjá á føroyska landgrunninum. BP Amoco Exploration skal bora í økinum, sum hevur nummarið 004.
? West Navion er bygt í 2000 og er eitt av mest framkomnu boriskipum í heiminum, sigur Hjarnar Djurhuus, stjóri hjá BP í Føroyum.
Tað er í sambandi við klárgerðina, at skipið verður liggjandi í Nólsoyarfirði leygardagin. Skipið stingur so djúpt og hevur so nógva serútgerð, at tað verður ikki hildið ráðiligt at koma at bryggju.
Av trygdarávum ber tíverri ikki til at lata almenningin koma umborð, sigur Hjarnar Djurhuus.