Wenger: Vit lótu bílig mál inn

Arsenal fekk eina marrubyrjan upp á nýggja kappingarárið í Premier League

Upp til nýggja kappingarárið í Premier League, sum byrjaði í vikuskiftinum, hava stórar vónir verið til Arsenal. Felagið úr norðara partinum av London sá sera sterkt út í seinnu helvt av seinastu kappingarári, og mong hava mett, at við keypinum av Petr Cech var seinasti brikkurin í putlispælinum funnin. Nú skuldi Arsenal endiliga vinna sítt fyrsta meistaraheiti síðani legendariska kappingarárið í 2003-2004, tá ið táverandi menninir hjá Arsene Wenger fóru ósigraðir ígjøgnum eitt heilt kappingarár.

 

Dreymurin um meistaraheitið varð tó nakað køvdur í gjár, tá ið Arsenal púra óvæntað tapti 0-2 á heimavølli ímóti West Ham, sum nýliga tapti ímóti rumenskum liði í undankappingin til Evropa League. Harafturat var talan um ein ræðuligan fyrsta Premier League-dyst hjá Petr Cech fyri sítt nýggja felag, tí at 33 ára gamli málverjin átti stóran lut í báðum málunum, sum fóru ígjøgnum.

 

Eftir dystin vildi Arsène Wenger tó ikki geva Cech ábyrgdina fyri tapið. Heldur legði hann eftir savnaða liðavrikinum.

 

- Álops- og verjuspælið var ikki nóg gott hjá okkum. Sum heild vóru vit revsaðir fyri feilirnar hjá okkum, og harafturat lótu vit tvey sera bílig mál inn. Tað vóru ikki nógv góð einstaklingaavrik at taka fram frá dystinum, og tí vil eg ikki peika nakran einkultan spælara út, segði Arsène Wenger eftir dystin.

 

Næsti møguleiki hjá Arsenal at koma á stigatalvuna verður komandi sunnudag, tá ið reyðhvíta London-felagið spælir á útivølli ímóti Crystal Palace. Sum nú er er Arsenal niðast á stigatalvuni í Premier League.