- 80 prosent av landsdystunum um vikuskiftið vóru púra óáhugaverdir, og heldur hetta fram, fara fólk at missa áhugan fyri landsliðsfótbólti, sigur Arsene Wenger við enska blaðið The Sun.
Millum dystirnar, sum Wenger uttan iva sipar til, er skotski stórsigurin á Føroyum og enski stórsigurin á Andorra.
- Tað eru blivnir alt ov nógvir landsdystir, eftir at Sojvetsamveldið datt sundur og lond sum Andorra og Liktinstein eru komin við í kappingarnar. Avleiðingin er eitt fullkomið kollaps í góðskuni á landsdystum, sigur hann.