Wenger var upp á tal í United

Partarnir tosaðu saman, men Sir Alex Ferguson helt fram og Wenger bleiv verandi í Arsenal.

Arsenal-venjarin, Arsène Wenger, sum takkar fyri seg aftaná hetta kappingarárið eftir 22 ár í felagnum, hevur áður tosað við Manchester United um eitt møguligt venjarastarv í felagnum. Tað avdúkar Wenger í samrøðu við Goal.


Stutt eftir aldarskiftið var Sir Alex Ferguson á veg úr Manchester United, og tað var tá, at Arsène Wenger var ein av møguligu avloysarunum. Tað endaði við, at Sir Alex helt fram, men Wenger avdúkar sjálvur, at tað var samband ímillum partarnar.


- Ja, eg hitti Martin Edwards (táverandi formann í Manchester United, red.). Tað vóru fleiri, sum komu heim til mín at práta ta tíðina, men eg havi altíð verið trúfastur ímóti Arsenal, sigur Arsène Wenger.


68 ára gamli Arsène Wenger sigur eisini, at hann ígjøgnum árini hevur havt eina rúgvu av tilboðum frá ymiskum feløgum, men at hann ikki iðrar seg um, at hann valdi at blíva verandi í Arsenal.


Arsène Wenger fer eina seinastu ferð á vitjan á Old Trafford sum venjari, tá ið hann og Arsenal spæla ímóti Manchester United í Premier League í morgin kl.16.30.


- Eg eri altíð blivin væl móttikin á Old Trafford. Eg veit ikki hvussu móttøkan verður hesaferð, men eg hugsavni meg um at vinna. Vit hava havt nakrar góðar dystir síðstu 22 árini, og fái eg eina góða móttøku, so taki eg fegin ímóti, sigur Arsène Wenger við Goal.