Dómarin legði fýra minuttir afturat vanligu leiktíðini í dystinum millum Sunderland og Arsenal. Tíðin var farin um teir 94 minuttirnir, áðrenn Sunderland javnaði við máli frá Darren Bent.
- Málið kom eftir teir fýra minuttirnar, sum dómarin hevði lagt afturat. Eg veit at dómarin kann leggja meiri eykatíð afturat og at tað er í minsta lagi fýra minuttir. Men einki hendi í eykatíðini, sum rættvísgerð, at tað verður meira tíð lagt afturat, sigur ein óður Arsené Wenger eftir dystin.
Cesc Fabregas legði Arsenal á odda við einum heldur serstøkum máli. Anton Ferdinand skuldi sparka bóltin burtur, men rakti Fabregas. Bólturin fór umvegis fótin á Fabregas uppum málmannin hjá Sunderland og í mál. Arsenal brendi eisini brotsspark við støðuni 1-0 og fingu Alex Song útvístan.
- Fyrsta gula korti hjá Song er ivasamt, men vit innrættaðu væl eftir útvísingina, sigur Arsené Wenger.
Í løtuni eftir málið var Arsené Wenger næstan frá sær sjálvum, sum hann skeldaði 4. dómarin. Wenger tóktist eisini geva honum eitt lítið í ryggin.
Arsenal hevði møguleikan at leggja seg á odda í Premier League, men eina stigið gevur Arsenal 11 stig, sum er eitt færri enn Chelsea, ið liggur á odda.
Premier League í dag:
Stoke ? West Ham 1-1
Aston Villa ? Bolton 1-1
Blackburn ? Fulham1-1
Everton ? Newcastle 0-1
Tottenham ? Wolverhampton 3-1
West Bromvic Albion ? Birmingham 3-1
Sunderland ? Arsenal 1-1