Wen Jiabao ríkað seg upp

Kinesisku myndugleikarnir forðaðu í morgun fólki atgongd til heimasíðuna hjá amerikanska blaðnum New York Times, sum hevði borið tíðindi um, at kinesiski forsætisráðharrin, Wen Jiabao, og familja hansara hava forvunnið sær sera nógvar pengar umframt nógva fasta ogn.

New York Times sigur seg hava upplýsingar um, at Wen Jiabao, kona hansara og teirra næstringar hava savnað virði fyri í minsta lagi 2,7 milliardir dollarar saman.

Eygleiðarar siga, at upplýsingarnar kunnu geva kinesarum eina heilt nýggja mynd av Wen Jiabao, sum vanliga verður lýstur sum undangongumaður á nýskipanarøkinum og oddamaður floksins í stríðnum ímóti korrupsjón innan ta almennu umsitingina. So seint sum í vár segði Jiabao, at korrupsjón innan ta almennu umsitingina var tann størsta hóttanin ímóti kommunistiska stýrinum í Kina.