Welbeck umhugsar framtíðina

Manchester United áleyparin, Danny Welbeck, umhugsar at rýma úr felagnum.

Manchester United áleyparin, Danny Welbeck, umhugsar at rýma úr felagnum.

 

23 ára gamli áleyparin, sum líkar best ein sentralan áleypara part, er ørkymlaður av at erða nýttur í øðrum positiónum.

 

Hann hevur tvey ár eftir av sáttmálanum, men umhugsar at fara víðari heldur enn gera nýggjan sáttmála, um tað stendur honum í boði.

 

Spurdur um framtíðina hjá Welbeck eftir 2-0 tapið móti Everton, segði David Moyes:

 

Danny Welbeck hevur stóran týdning fyri meg, og eg meti hann høgt.

 

Welbeck hevur skotið 10 mál í 32 dystum fyri Manchester United hetta kappingarárið, og roknað verður við, at hann er við í hópinum hjá Onglandi til HM í summar.

 

Við Wayne Rooney, Robin van Persie, Javier Hernandez og Juan Mata sum kappingarneytar í oddinum er ikki sannlíkt, at David Moyes kann lova Welbeck nakað næsta kappingarár.