Welbeck sendi United úr FA Cup

Tað var drama, tá ið Arsenal vann ímóti Manchester United í kvøld.

Kvartfinala hevur verið í enska FA Cup í kvøld, har Manchester United heima á Old Trafford fekk vitjan av Arsenal.


Nacho Monreal legði Arsenal á odda 1-0 í 26. minutti, men einans tríggjar minuttir seinni javnaði Wayne Rooney fyri heimaliðið. 1-1 gjørdist eisini hálvleiksstøðan.


Dysturin var góðan tíma gamal, tá ið fyrrverandi United-áleyparin, Danny Welbeck, fangaði eina afturlegging frá Antonio Valencia og legði Arsenal á odda 2-1.


Tá ið 13 minuttir vóru eftir gjørdust fortreytirnar hjá heimaliðnum truplari. Angel Di Maria fekk fyrst gula kortið fyri at tveita seg og gjørdist síðani somikið illur, at hann tók í dómaran og fekk reyða kortið.


Manchester United royndi at trýsta fyri at fáa útjavnandi málið, men tað var Arsenal, sum var tættast við at økja. Dysturin endaði tó 2-1 til Arsenal, sum nú hevur spælt seg í hálvfinaluna.


Manchester United – Arsenal 1-2 (1-1)

0-1: Nacho Monreal, 26.

1-1: Wayne Rooney, 29.

1-2: Danny Welbeck, 62.