Ein dómstólur í New York hevur í dag dømt fyrrverandi filmsframleiðaran Harvey Weinstein 23 ára fongsul fyri neyðtøku og kynsligan ágang.
Ákærin Joan Illuzzi hevði biðið dómarin døma fyrrverandi Hollywood-mannin umleið 25 ára fongsul.
Dómurin er ein sigur fyri #MeToo-rørsluna.
Síðst í februar varð Weinstein kendur sekur í kynsligum ágangi við dómstólin í New York City. Tá boðaðu advokatar hansara frá, at hann ynskti at kæra dómin.
/ritzau/Reuters