Wayne Rooney verður klárur til HM

Sambært enska dagblaðnum The Times eru sannlíkindini góð fyri, at Wayne Rooney verður dystarklárur til seinasta bólkadystin í HM móti svium.

Rooney breyt fótin í 3-0 tapinum ímóti Chelsea, og  tað hevur tí verið ivasamt um Rooney slapp við til HM. Men gróðrarholdið er gott, tí brotið tikist at grógva saman skjótari enn væntað.
Longu nú kann Rooney traðka á fótin uttan pínu, og væntandi kann hann byrja at venja aftur í komandi viku.