Paul Watson, leiðari av felagsskapinum Sea Shepherd, hevur útgivið bók við langari yrking í trimum pørtum.
Bókini »Cetacean Nation« er 77 síður til longdar og inniheldur eina yrking hjá Paul Watson, sum hann hevur býtt upp í tríggjar partar. 64 ørindi eru um hvalir, 64 ørindi eru um hvalaveiði, og 64 ørindi er um at bjarga hvalum.
– Eg havi arbeitt við hesari yrking í 20 ár, og eg eri fegin um, at hon umsíðir er komin á prent, sigur Paul Watson.
Sea Shepherd leiðarin sigur, at hann fekk íblástur til yrkingina, tá ið hann upplivdi, at ein doyggjandi avgustur spardi lív hansara.