Watson og sannleikin ikki góðir vinir

Hann sigur, at føroyingar útflyta grindahvalakjøt til Danmark, Noreg og helst til Japan.

 

Hann sigur, at føroyingar útflyta grindahvalakjøt til Danmark, Noreg og helst til Japan.

 

Hann skrivar á Facebook, at alt er lygn sum føroyingar siga um, at grindadráp ikki er kommeriselt, at tað verður býtt út javnt millum føroyingar, at tað ikki verður selt í handlum og matstovum – og at tað er ein gomul mentan og ein gáva frá gudi.

 

– Alt hetta er lygn. Kjøtið fæst til keyps í matvøruhandlum. Kjøtið verður útflutt til Danmarkar, til Noregs og helst til Japan eisini.

 

Hann hevur eina mynd av matarlepanum hjá matstovuni Marco Polo í Havn, sum hevur grindbúff á matarlepanum, og út frá tí kemur hann til hesa niðurstøðu.

 

– Við øðrum øðrum, allur retorikkurin sum føroyingar brúka til at verja grindadráp er lygn, sigur Paul Watson.

 

Sjálvandi skal Paul Watson verja sín vinnuveg, sum er at liva eitt marglætislív á havinum, fíggjað av marginaliseraðum sjónleikarum sum Brigitte Bardot, Pamelu Andersson og øðrum.

 

Sannleikin og Paul Watson hóska helst ikki so væl saman...