Samstundis sum Sea Shepherd leiðarin, Paul Watson, stendur við handvaskið og vaskar sær hendurnar, verjir hann herverkið, sum herfyri var gjørt á Lítlu Havfrúnna í Keypmannahavn.
Tað var síðst í mai mánaði, at Havfrúgvin var undirdíkt í reyðari máling, og á vegin frammanfyri standmyndina var skrivað við stórum reyðum stavum: ”Danmark, verj hvalirnar í Føroyum”.
Eftir herverkið søgdu bæði Paul Watson og norðurlendskur leiðari hjá Sea Shepherd, at tey høvdu einki við herverkið at gera. Paul Watson vildi ikki fordøma herverkið, og nú beinleiðis verjir hann álopið og hevur hug at rósa teimum, sum gjørdu tað.
Undir yvirskriftini ”Herverk sum politisk yvirlýsing” roynir Paul Wtson at viga herverk á eina standmynd upp ímóti drápinum av hvalum. Hann førir fram, at standmyndin fekk ongan skaða, meðan grindahvalirnir doyggja.
- Hvat hevur meira virði? Lívið av túsundtals hvalum ella ein bronsustandmynd, spyr Watson.
Hann heldur, at herverkið setti gongd á kjakið um grindadrápið í Føroyum, og tað er hann væl nøgdur við. Hann sigur, at hann kundi ikki funnið uppá at fordømt herverkið, men hann heldur hinvegin, at herverkið var ein framúrskarandi háttur at mótmæla grindadrápinum í Føroyum.
- Hatta var væl klárað, sigur Paul Watson.