Sea Shepherd-leiðarin Paul Watson hevur í summar vent sínar kanónir í móti íslendingum og teirra hvalaveiði.
Sambært Paul Watson veiða íslendingar nú meira hval enn japanarar, sum Watson annars hevur havt beiskt stríð við gjøgnum árini.
Paul Watson vil vera við, at norðmenn hava yvirhálað japanarar í hvalaveiði, og at íslendingar nú veiða mest av øllum.
– Ísland er nú heimsins óndasta hvalaveiðiland, sigur Paul Watson á Facebook vanganum og leggur upp til, at Sea Shepherd fer at føra herferð ímóti Íslandi.
Hann ætlar við átøkum at leggja fót fyri íslendska ferðavinnu, vodka, troyggjur, Icelandair og íslendskar fiskavørur.
– Nú raðfesta vit íslendska hvalaveiði. Vit hava fólk í Íslandi í summar og fara aftur til Íslands næsta summar, sigur Paul Watson og rør fram undir, at hann sjálvur kann fara at luttaka í átøkunum.
– Kanska er tíðin komin at fara aftur til sjós, sigur hann.