Í løtuni er kenda amerikanskan sjónleikarinnan Daryl Hannah umborð á skipinum hjá Paul Watson, og tað er ikki óvanligt.
- Nógv kend fólk stuðla okkara arbeiði, og tað er ofta komið fyri, at kend fólk eisini hava verið við okkara skipum. Í løtuni er Daryl Hannah við okkum, sigur Paul Watson.
- Tá vit vóru í Føroyum vóru fleiri kend fólk úr Hollandi við okkum, og ein tann kendasti hollendski skemtarin varð tikin av føroysku løgregluni. Tað fekk nógva umtalu, sigur hann.
Kendir sjónleikarar og tónleikarar eru millum tey, sum stuðla arbeiðnum hjá Sea Shepherd.
Burtur úr rúgvuni kunnu vit nevna Brigitte Bardot, Linda Blair, Pierce Brosnan, Sean Penn, Martin Sheen, Dianne Warren og Rutger Hauer.