So gekk tað ikki longur fyri Neil Warnock í Leeds United. Tveir tímar eftir at Leeds hevði tapt 1-2 á heimavølli móti Derby, valdi Warnock at stinga í sekkin.
Hetta hendir eftir at Leeds hevur tapt tríggjar teir seinastu dystirnar á rað, og nú eru væl burtur frá einum play-off plássi, samstundis sum tað bert eru fimm stig niður til niðurflyting.
- Vit mugu hyggja fram eftir, og vit leita longu nú eftir einum avloysara, sigur stjórin í Leeds United, Shaun Harvey.
- Tað er eingin føst tíðarætlan, tí tað er umráðandi at finna rætta mannin til starvið, sum kann tryggja okkum uppflyting næsta ár, heldur Shaun Harvey fram.
Warnock var venjari í Leeds í 14 mánaðir, eftir at verða komin í staðin fyri tann tá koyrda Simon Gray. Tað verður ungdómavenjarin, Neil Redfearn, ið skal standa fyri liðnum, til ein nýggjur venjari er funnin.
- Tað eru tríggir náttúrligir kappingarneytar at taka yvir í Leeds United - Owen Coyle, Brian McDermott og Roberto Di Matteo, skrivar høvuðsviðmerkjarin hjá BBC Radio 5.