Ungi framherjin Theo Walcott fær eitt tiltikið nummar á sína troyggju í Arsenal, tá kappingin byrajr aftur. Walcott skal nevniliga spæla í nummar 14, og tað er gamla nummarið hjá Thierry Henry. Henry skoraði heili 226 mál fyri Arsenal við nummar 14 á bakinum, so Walcott hevur nógv at liva upp til. Walcott hevur ikki heilt livað upp til vónirnar, síðani hann skifti til Arsenal í 2006.