Wacken Metal Battle 8. mars

Tungmálmsfjepparar kunnu nú gleða seg. Vælumtókta tungmálmskappingin Wacken Metal Battle Føroyar verður aftur á skrá í 2014.

Tungmálmsfjepparar kunnu nú gleða seg. Vælumtókta tungmálmskappingin Wacken Metal Battle Føroyar verður aftur á skrá í 2014.

Tiltakið verður 8. mars í Sjónleikarhúsinum. Áhugabólkurin Upp við Hornunum sigur í tíðindaskrivi í dag, at lagt er upp til eitt rimmar tiltak í samstarv við Norðurlandahúsinum, Ljóð-Tøkni og TUTL.

Wacken Metal Battle tátturin er ein pallur til ókendar bólkar kring heimin, ið ikki hava sáttmála við nakað plátufelag. Yvir 40 lond luttaka. Innleiðandi kappingar eru á hvørjum árið, og kappast so einstøku vinnarnir í finalu yvir 2 dagar á heimsgitna tungmálmfestivalinum Wacken í Schleswig Holstein, í norður Týsklandi.

Fyrstu ferð Metal Battle var hildið í Føroyum var í 2012, og var tað ikki minni enn eitt megnaravrik samanlagt. Fyri ikki at tala um at Hamferð umboðandi Føroyar á síni jomfrúferð í Týsklandi í Metal Battle høpi, stóð eftir sum vinnandi bólkurin útav 33 londum.

Enn einaferð Sjónleikarhúsið
Leygarkvøldið 8. mars skal krossur setast í kalendarin fyri bólkar og áhoyrarar, tí tá verður so Wacken Metal Battle Føroyar aftur í Sjónleikarahúsinum. Bólkar kunnu sostatt melda seg til kappingina frá í dag og fram til 21. februar. Meira fast at vita um tilmelding við at senda teldupost til teitur@tutl.com. Kunning viðvíkjandi atgongumerkjasølu verður tøk í næstum.

 

Meiri kunning á Facebooksíðuni hjá tiltakinum