VW Touareg við 313 hk dieselmotori

Á bilaframsýningini í Paris var ein nýggjur VW Touareg sýndur fram. Talan er um ein stóran luksus "off-roadara" ið fæst við V6 ella V8 bensinmotorum og V10 dieselmotori

Eftir at luksusbilurin VW Phaeton kom á marknaðin, kom ein annar luksusbilur í hølunum á honum. Talan er um VW Touareg, ið er ein stórur luksusbilur, hann er 4,75 cm langur og 1,93 cm breiður. Bilurin trekkjur á øllum 4 hjólunum og hevur eina luftfjaðraskipan har fríhæddin kann broytast heilar 30 cm. Dupultir tetningslistar um hurðarnar tryggja at bilurin uttan trupulleikar kann koyra gjøgnum hálvan metur vatnstøðu, uttan at vatn kemur inn í bilin. Umframt 3.2 litur V6 bensinmotorin við 220 hk, fæst hann eisini við einum 10 syl. 5.0 litur dieselmotori við 313 hk. Seinni kemur ein 2.5 litur dieselmotorur og ein 4.2 litur V8 bensinmotorur. Touareg bleiv alment sýndur fram á bilaframsýningini í Paris og kemur á marknaðin í januar. Í Danmark kemur bilurin at kosta frá 860.000 krónum fyri V6 útgávuna til 1,5 millión fyri V10 útgávuna.