VW Polo, sum er ein sera væl umtóktur bilur, kemur nú í fjórðu generation, ið er vorðin væl størri og rúmligari enn forgangarin
BILAR
Magnus Gunnarsson
Polo verður nú 15 cm longri enn forgangarin, við fimm cm størri aksulfrástøðu. Hetta gevur betri pláss til tey ferðandi á baksetrinum. Karossaríið verður eins og áður heilgalvaniserað. Polo fær ein heilt nýggjan 3 syl. 1.2 litur 65 hk bensinmotor. Fyrst í komandi ári koma fleiri nýggir motorar, t.d. ein bensinmotorur við beinleiðis innspræning (FSI) við 85 hk, og ein annar 3 syl. við 55 hk.
Kelda: FDM / Motor