VW konsernin er ein av heimsins fremstu framleiðarum av orkusparandi bilum.Fyrst komu teir við VW Lupo 3L og síðan við Audi A2 TDI, sum báðir koyra 33 km pr. litur í miðal. Nú er so 1 liturs bilurin, ið klárar at koyra 100 km fyri hvønn litur, gjørdur sum prototypa.
Vigar 290 kg
Bilurin hevur einans 2 sitipláss og er gjørdur sera úr løttum tilfari, aluminium, magnesium og titan. Luftmótstøðan er einans 0,159 cw. Michelin dekkini hav sera lága rullimótstøðu og felgurnar viga 1,8 kg og upphangið er gjørt úr aluminium. Motorurin, ið er ein 0.3 litur 1 syl. SDI við 8,5 hk. Motorurin vigar einans 26 kg. Talan er um ein bil, har alt er gjørt úr løttum tilfari.
Stop & Go skipanin
Viðvirkandi til at bilurin er so orkusparandi er Stop & Go skipanin, har motorurin støðgar, hvørja ferð bilurin stendur stillur og startar aftur tá bilførarin sleppur bremsupedalini. Hóast VW L1 er lættur, skal tað ikki ganga út yvir trygdina, og bilurin hevur t.d. airbag og ESP bremsukipan. Talan er her um eina prototypu, men ætlanin at 1 litur bilar frá VW koma á marknaðin um eini fýra fimm ár.
VW 1L (prototypa)
Motorurin0,3 litur 1 syl. 3V DOHC 8.5 hk
0-80 km/t24 sek
Oljunýtsla101 km/l
Toppferð120 km/t
DekkstøddFramman: 95/80-16 Aftan: 115/70-17
Stødd og vekt
Longd364,6 cm
Breidd124,8 cm
Hædd110,0 cm
Eginvekt290 kg
Dieseloljutangin6,5 litrar
Viðførisrúm80 litrar









