VVF-Cup: B36 vann stórt

B36 vann stórt í fimta og seinasta dystinum í fyrsta umfari

Fimti og seinasti dysturin í fyrsta umfari í nýggju Venjarakappingini var í dag. Í Gundadali vann B36 4-0 á EB/Streymi, eftir at tað var álleyst í hálvleikinum.

 

Les eisini: Skála og Víkingur vunnu

 

Árni Frederiksberg, Michal Przybylski, Ragnar Samuelsen og Alex Mellemgaard skoraðu málini fyri heimaliðið. Í gjár vann HB heili 8-1 á ÍF, Víkingur vann 4-0 á TB, Skála vann 2-1 á KÍ, meðan AB og NSÍ deildu stigini á Argjum.

 

Hetta er fyrsta umfar í VVF-Cup. Komandi vikuskiftið verður 2. umfar.

 

VVF-Cup 1. umfar:

HB – ÍF 8-1 (4-0)

1-0 Adrian Justinussen

2-0 Adrian Justinussen

3-0 Adrian Justinussen

4-0 Dan í Soylu

5-0 Jógvan Skeel Nolsøe

5-1 Jan Ellingsgaard

6-1 Jógvan Skeel Nolsøe

7-1 Símun Sólheim

8-1 Símun Samuelsen

 

AB – NSÍ 1-1

 

KÍ – Skála 1-2 (0-1)

0-1 Andreas Egebjerg Jacobsen

1-1 Kristoffur Jakobsen

1-2 Haraldur Højgaard

 

Víkingur – TB 4-0 (2-0)

1-0 Heðin Hansen

2-0 Andreas Lava Olsen

3-0 Elias Lervig

4-0 Tonni Thomsen

 

B36 – EB/Streymur 4-0 (0-0)

1-0 Árni Frederiksberg

2-0 Michal Przybylski

3-0 Ragnar Samuelsen

4-0 Alex Mellemgaard