Miðvingur vann kappingina millum 8-mannaførini í Vestmanna leygardagin, og tað var eingin slingur í valsinum:
Fyrstu løtuna royndu bæði Argjabáturin og Gullbrandur at bjóða av. Gullbrandur misti skjótt, men Argjabáturin hekk leingi í. Tá ið komið var til endaspurtin, var tó eingin ivi. Miðvingur gekk frá Argjabátinum, og á málinum var munurin gott og væl ein bátslongd.
Nú tað resta tvær kappingar, er Miðvingur seks stig frammanfyri Argjabátin, og harvið er tað alt, sum ber á tað borðið, at Miðvingur fer at vinna FM. Á Jóansøku vann Gullbrandur kappingina við Argjabátin um næstfremsta plássið, men leygardagin var Argjabáturin klárt betri í tí kappingini.
Tað var tó ikki uttan dramatikk, at miðvingar kappaðust og vunnu í Vestmanna leygardagin.
Sarita Heinesen er stýrimaður og bátsformaður á suverena Miðvingi. Røddin er rættuliga slitin av ákoyringunum, sum hon leygardagin gav sínum bátsfeløgum, tá ið hon greiðir frá dramatikkinum, sum kundi staðist av, men sum hon og allir umborð á Miðvingi uttan tann eini einki vistu av, fyrrenn róðurin varð skotin av, og tey fegnaðust um søta sigurin.
-Vit startaðu tvær ferðir. Í fyrra førinum varð róðurin skotin av, tí dómarin metti, at Gullbrandur tjóðstartaði. Seinnu ferðina tóktist eingin trupulleiki at vera, og vit róðu teinin, sum vit plaga, og aftur hesa ferð eydnaðist tað at vinna. Eftir at vit vóru komin á mál, vísti tað seg so, at alt ikki var, sum tað plagar at vera, men tíbetur ávirkaði tað ikki róðurin hjá okkum, greiðir stýrimaðurin og bátsformaður á Miðvingi frá, og hon heldur fram:
-Tað vísti seg, at ein av skeytunum brotnaði, tá ið vit startaðu fyrru ferðina. Tann, sum sat við brotna skeytanum á bógbekki í bakborði, var tó so umhugsin, at hann ikki gretti eitt orð um hetta. Hann vildi ikki hava, at manningin skuldi verða órógvað, og at fokus skuldi verða flutt. So tað var ikki fyrrenn eftir, at vit vóru komin á mál, at vit fingu at vita, hvussu tað var vorðið við hesum.
Kendi tú nakað óvanligt undir róðrinum?
-Tað hugsaði eg ikki um. Róðurin kendist ganga, sum tað annars hevur gingið fyrr í summar, men tað kann sjálvandi ikki útilokast, at hetta hevur ávirkað, og tað kundi verið verri.
Hvussu var kappingin frá hinum hesa ferð, tá ið sammett verður við undanfarnu ferðirnar?
-Undanfarnu ferðirnar hava vit fingið betri start enn kappingarneytarnir. Hesa ferð var starturin góður hjá øllum bátunum. Tað eru fjúrtan dagar síðani, at vit seinast kappaðust, og í hesar báðar vikurnar hava allir bátarnir hava møguleika at arbeiða við veikleikum, og tað sæst aftur í róðrinum.
Ung manning
Tað kemur fyri, men tað er ikki vanligt, at konufólk stýra umborð á mannfólkabátum. Sarita Heinesen greiðir soleiðis frá um, hvussu tað ber til, at hon stýrir Miðvingi í summar:
-Eg havi altíð verið áhugað í kappróðri, og eg havi róð síðani í 2000. Tað hevur verið við kvinnubátunum her vesturi – Beintu, Frúnni og Riddaranum. Í ár eydnaðist tað ikki at manna nakran kvinnubát, og tá ið tað eisini var striltið at manna Miðving, so vildi eg hjálpa teimum, sum stríddust við ta uppgávuna. Áður havi eg bara stýrt, tá ið eg havi lagt barnamanningum lag á.
Hvat er tað fyri manning, sum tit hava í ár?
-Talan er um unga manning. Yngsti maður er 16 ára gamal, og tann elst er 26. Tríggir vóru eisini við í fjør. Fleiri róðu í fjør við Frúnni, og tríggir eru komnir aðra staðni frá. Ein býr á Velbastað, ein á Argjum og ein í Hoyvík. Allir uttan ein hava áður luttikið í kappróðri. Báturin var mannaður í mars, og tá var tað, at venjingin tók dyk á seg.
Var tað torførari at manna bátin í ár, enn tað hevur verið undanfarnu árini?
-Soleiðis kendist tað hjá okkum. Tað vísir seg, at tey, sum hava róð í fleiri ár, vilja hava ein steðg, tí tað fer við nógvari tíð at venja og rógva, og tað vísir seg at vera torført at fáa nýggjar rógvarar.
Lómur ikki skalaður
Tað var sama søgan, sum tað hevur verið í alt summar, tá ið 6-mannaførini við monnum kappaðust í góðveðrinum á Fjarðastevnu í Vestmanna.
Lómur av Argjum hevði vunnið fýra tær fyrstu ferðirnar, og Lómur vann aftur leygardagin.
Hesa ferð var Riddarin úr Miðvági treiskari at sleppa av við, enn hann hevur verið fyrr í ár. Riddarin hekk leingi uppi í Lómi, men á málinum var eingin ivi, hóast tað ikki var leyst millum Lóm og Riddaran.
Lómur hevur verið fremstur allar fimm ferðirnar, og Riddarin hevur verið næstfremstur allar fimm ferðirnar uttan ta einu ferðina, tá ið hann var nummar trý. Harvið er munurin millum tveir teir fremstu seks stig, og Lómur er stórfavorittur at vinna FM heitið fyri fyrstu ferð.
Merkisvert fyri róðurin í Vestmanna leygardagin var tað, at Páll Fangi luttók fyri fyrstu ferð í ár, og at klaksvíkingar megnaðu at vinna seg fram á bronsuplássið. Tað var leyst og meiri enn tað aftur til Skúgv, Herning, Gongurólv og Sølmund.
Páll Fangi er mannaður við rættuliga royndum rógvarum, sum hava vant saman í nakrar vikur. Tað kann hugsast, at henda manningin fer at vera betri fyri, tá ið tað leygardagin verður kappast í Sandavági, og tá ið finaluróðurin verður ólavsøkuaftan.