vunnu tvey heiðursmerki í Danmark

10 føroyskir judoleikarar í aldrinum 13 til 19 ár vóru um vikuskiftið til Hillerød Cup, sum er ein stór altjóða judokapping í Danmark

Tilsamans vóru útvið 400 luttakarar úr Danmark, Føroyum, Noreg, Svøríki, Týsklandi og Póllandi við í kappingini.

Føroysku luttakararnir kláraðu seg sera væl, og úrtøkan var 6 heiðursmerkir.

Hjá unglingunum vann Bjørn Andreasen úr Sunda Judofelag gull í -81 kg. bólkinum, meðan Nicolaj Mohr Vang úr Havnar Judofelag vann bronsu í sama bólki. Búygvi Hansen úr Sunda Judofelag vann gull í bólkinum -66 kg., eins og Andrias Sumberg úr Sunda Judofelag vann silvur í bólkinum -73 kg.

Hjá yngru ungdómunum vann Jónas Johannesen úr Sunda Judofelag silvur í bólkinum -50 kg., meðan Fríði Dam, eisini úr Sunda Judofelag, vann bronsu í bólkinum -60 kg.

Hinir yngru luttakararnir kláraðu seg eisini væl, hóast teir ikki vunnu heiðursmerkir.

Aksel D. Remmel úr Havnar Judofelag vann sín fyrsta dyst sannførandi, men tá hann taptir teir báðar næstu, so rakk tað ikki til heiðursmerkir. Pærur Jákupsson, Páll Magnus úr Baianstovu Dam og Tróndur Petersen úr Havnar Judofelag taptu sínar dystir, men hetta vóru allir góðir dystir, sum í fleiri førum vóru javnir, har okkara luttakarar høvdu sínar møguleikar, men samanlagt gjørdust ov stuttir.

Alt í alt ein kapping sum vísti, at vit hava góðar judoleikarar, sum nokk skulu roynast væl á eldri landsliðum, tá teirra tíð kemur!