Føroyar telvdu í dag móti Pakistan, og her eydnaðist at vinna við 3,5 – 0,5.
Helgi Dam Ziska, Olaf Berg og Høgni Egilstoft Nielsen vunnu sínar dystir, og hjá John Rødgaard gjørdist talan um javnleik.
Enn er ikki greitt, hvørjum føroyska liðið telvar móti í morgin.









