Badminton
Nakrir av bestu føroysku badminton spælarunum hava júst verið í Íslandi, har stór altjóða kapping hevur verið.
Talan var um sonevndu Iceland Open, har spælarar úr Danmark, Finnlandi, Onglandi, Wales, Týsklandi, Eysturríki, Skotlandi, Canada og Guatamala luttóku, umframt føroysku umboðini.
Vunnu á landsliðsleikarum
Ikki minst í einmansleiki hjá monnum vóru úrslitini hjá okkara leikarum góð. Bæði Ragnar Rasmussen og Rúni Orloff vunnu í sínum dystum á íslendskum landsliðsleikarum, og hetta hava føroyskir leikarar ikki gjørt áður. Í næsta umfarinum vórðu teir báðir tó slignir úr kappingini, meðan Erland Poulsen tapti í fyrsta dysti sínum.
Tað má tó metast sum ein troyst fyri okkara umboð, at tað vóru sterkir mótstøðumenn, sum teir máttu lúta fyri. Mótstøðumaðurin hjá Rúni Orloff vann seg seinni fram í finaluna, meðan yvirmenninir hjá Ragnari og Erlandi báðir spældu seg fram til hálvfinaluna.
Nær við í blandaðum
Í einmansleiki hjá kvinnum vunnu føroyingar ongan av sínum dystum. Gurið Poulsen tapti fyri íslendsku Elsu Nielsen, meðan Elsa Thorkildshøg sat yvir í fyrsta umfarinum, fyri síðani at lúta fyri íslendsku Ragnu Ingolfsdóttir.
Í blandaðum tívmansleiki var sera nær við, at okkara veruliga gjørdu um seg.
Føroysku umboðini vóru her Rúni Orloff og Guri Poulsen, og fimm sera jøvn sett skuldu til, áðrenn tey máttu lúta fyri íslendska parinum, Sigurdsson/Jóhansdóttir.
Í tvímansleiki hjá monnum og kvinnum høvdu okkara ikki eins nógv at siga, og bæði Ragnar/Erland og Guri/Elsa máttu lúta í fyrsta og einasta dystinum.










