Jóhan Petur á Stongum, landsliðsvenjari hjá føroyska kvinnulandsliðnum í flogbólti hevur nógv at frøast um. Lið hansara hevur vunnið tveir dystir við 3-0 í EM/HM undankappingini á heimavølli, og liðnum er, ið hvussu er tryggjað víðari luttøka í EM-kappingini.
Jóhan Petur á Stongum heldur, at føroyska liðið spældi samanumtikið ein "fornuftigan" dyst ímóti Liktinstein, men hann ásannar, at byrjanin uppá bæði fyrsta og annað sett var tung. Jóhan Petur á Stongum heldur, at føroysku kvinnurnar vóru ov fjálturstungnar, og ov stívar í sínum rørslum, og spæli koyrdi als ikki fyrsta partin av hesum báðum settunum. Landsliðsvenjarin er tó fegin um, at føroyska liðið vann seg uppaftur, og fekk víðari EM-luttøkuna í hús í kvøld.
Landsliðsvenjarin er meir enn ovurfegin um stuðulin føroyska liðið fekk frá áskoðarunum í kvøld, og hann leggur stóran dent á, at stuðulin má verða uppaftur størri í annaðkvøld, tá Føroyar skulu spæla bólkafinalu ímóti einum sterkum kýpriotiskum liði.
- Kýpros er sterkari enn Liktinstein, og tí er týdningarmikið, at vit eru klár frá fyrsta bríksli av, slær Jóan Petur á Stongum fast.
TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Hilmar Jan Hansen hevði á Rás2 við Jóan Petur á Stongum aftaná 3-0 sigurin ímóti Liktinstein.










