Grønlendska manslandsliðið í hondbólti, ið hevur Inga Olsen sum venjara er ein sigur frá at tryggja sær pláss í HM-endaspælinum, ið verður í Danmark í januar.
Grønland vann greitt tann seinasta dystin í bólki B í panamerikanska endaspælinum ímóti Kanada 32-20. Í steðginum var Grønland á odda 15-9. Ingi Olsen segði í steðginum við grønlendska kringvarpið, at ætlanin hjá honum var, at Grønland skuldi fáa eina trygga leiðslu, so hann kundi hvíla teir mest royndu spælararnar, og geva øðrum spælarum møguleikan, og tað gjørdist eisini sum Ingi hevði vónað.
Sigast má, at grønlendska liðið valdi løtuna væl, tí 21. juni er tjóðardagur Grønlands. Fagnaðurin var eisini stórur hjá bæði leikarum og teimum 2.000 væl stuðlandi áskoðarunum í hondbóltshøllini í Nuuk.
Úrslitið merkir, at Grønland endar á øðrum plássi í bólki B við átta stigum. Brasil gjørdist nummar eitt við fullum stigatali, 10 stigum. Argentina vann bólk A aftaná ein 24-18 sigur ímóti Chile. Argentina var á odda 10-9 í steðginum.
Grønland spælir hálvfinalu ímóti Argentina leygardagin klokkan 17. Brasil og Chile spæla hina hálvfinaluna klokkan 19. Vinnur Grønland hálvfinaluna hava teir tryggjað sær pláss í HM-endaspælinum sum verður í Danmark í januar. Tapir Grønland hálvfinaluna verður ein nýggjur møguleiki sunnudagin klokkan 17. Tá verður bronsufinalan leikt, og vinnarin av tí dystinum fer saman við gull- og silvurvinnaranum at umboða Panamerika í HM-endaspælinum í Danmark.