Vunnu Premier League fyrstu ferð 2. mai, 29 ára gamlir

Samanfallið millum Kasper Schmeichel og Peter Schmeichel, og teirra fyrsta meistaraheiti í Premier League er ótrúligt

Í fótbólti henda ofta ótrúlig samanfall, og staðfestast kann, at fyri feðgarnar Schmeichel gjørdist samanfallið mánakvøldið 2. mai meir enn ótrúligt.

 

2. mai í 1993 bleiv pápin, Peter Schmeichel meistari í Premier League á fyrsta sinni á yrkisleið sínari, tá hann vann Premier League við Manchester United. Talan var tá um fyrsta meistaraheiti hjá Manchester United í 26 ár.

 

2. mai í 2016 bleiv sonurin, Kasper Schmeichel meistari í Premier League á fyrsta sinni á yrkisleið sínari, tá hann gjørdist staðfestur meistari við Leicester City. Talan er um fyrsta meistaraheiti hjá Leicester City nakrantíð í 132 ára drúgvu søgu felagsins.

 

Eitt ótrúligt samanfall, at feðgarnir Schmeichel skuldu vinna sítt fyrsta meistaraheiti í Premier League á sama degi, 2. mai, og at báðir vóru/eru 29 ára gamlir, tá gullið kom í hús.

 

Meistaraheitið hjá Kasper Schmeichel við Leicester City má tó sigast at verða ein væl størri sensasjón enn meistaraheitið pápin vann við Manchester United í 1993. Manchester United var í favorittfeltinum áðrenn kappingarárið 1992-1993, meðan Leicester City hetta kappingarárið vóru spáddir at stríðast at sleppa undan niðurflyting til næstbestu fótbóltsdeildina.