Vunnu ein javnleik

Dysturin leygardagin var fyrsta ferðin, at Ingi Olsen fór í høllina í Vestmanna sum spælari við øðrum liði enn VÍF.

Tí var talan sjálvandi um serstaka uppliving hjá Neista-venjaranum, men tíðin var tó neyvan til tey heilt stóru sentimentalu armsveiggini. Frá fyrsta bríksli var Neistin trýst aftureftir, og eftir dystin var venjarin tann fyrsti at viðganga, at hann var meira enn bara fegin um javnleikin.

- Ja, tað er púra sikkurt. Vit berja okkum til ein sigur – ella ein hálvan sigur. Tað var neyvan serliga vakurt at síggja, men vit klára at fáa eitt stig. Og tað haldi eg, at vit eru fegnari um enn vestmenningarnir.

Við fimm sigrum á rað hava tínir spælarar uttan iva vunnið sær nakað væl av sjálvsáliti. Hevur hetta ikki nógv at siga í einum dysti, har tú støðugt ert aftanfyri?

- Heilt sikkurt. Menninir hava eina trúgv upp á seg sjálvar, og tí vilja teir ikki geva upp. Og tað er kanska fyrst og fremst, sum telur eitt heilt stig fyri okkara part í dag. Og sum kanska eisini kostar VÍF eitt stig.